Eingir læknar at gera kanningar

Eingir læknar at gera kanningar
Landsstýriskvinnan í heilsumálum harmast um, at tað dregur út at fáa sett kanningar fyri bróstkrabba í verk. Læknatrotið er orsøkin, sigur hon
Læknatrotið í Føroyum er atvoldin til, at tað hevur ikki eydnast enn at bjóða kvinnum regluligar kanningar fyri bróstkrabba, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum
 
14.09.2016 - 11:49

Tað gongur striltið hjá Landssjúkrahúsinum at fáa politisku avgerðina um at bjóða kvinnum yvirlitskanningar fyri bróstkrabba setta í verk. Landsstýriskvinnan harmast.

- Læknatrotið er orsøkin til, at mammografiscreeningar ikki eru settar í verk enn, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, við útvarpið týskvøldið.

Kanningarnar fyri bróstkrabba verða helst ikki settar í verk fyrr enn í mars næsta ár, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, við útvarpið.

Kann ikki lova nakað

Landsstýriskvinnan í heilsumálum er ikki sannførd um, at tað fer at bera til at kanna kvinnur fyri bróstkrabba um eitt hálvt ár, sum stjórin á Landssjúkrahúsinum vónar.

- Eg fari at fylgja við, hvussu gongur at gera avtaluna, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum ikki kann veita vissu fyri útspælinum hjá Johnny í Grótinum.

Tað var táverandi landsstýrismaðurin, Karsten Hansen, ið fór undir ætlanina at kanna allar kvinnur millum 50 og 69 ár fyri bróstkrabba. Endamálið var, at 25 prosent færri skuldu doyggja.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946