Ynskja sær smærri bústaðir

Ynskja sær smærri bústaðir
Næstan annaðhvørt fólk, sum býr við Skálafjørðin og er 65 ár ella eldri, vil flyta úr húsunum í minni íbúð
Annaðhvørt fólk, ið er 65 ár ella eldri, í Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunum, ynskir sær smærri bústað, vísir ein tørvskanning
 
13.09.2016 - 09:53

Skálafjarðarsamstarvið fekk Gallup at gera eina tørvs- og nøgdsemiskanning. 1015 fólk, sum eru 65 ár ella eldri, búgva í Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunum. 438 teirra eru við í kanningini.

Yvirhøvur eru fólk væl nøgd, og tey eru væl fyri eisini, er niðurstøðan í kanningini. Tey flestu búgva í egnum sethúsum, og ein stórur partur býr saman við hjúnafelaga ella familju.

45 prosent av teimum spurdu kundu tó hugsað sær at flutt í eina minni íbúð. Næstan 100 av teimum 438 spurdu arbeiða framvegis. Nógv teirra kundu hugsað sær at arbeitt í mong ár afturat.

Tey flestu hava avvarðandi, sum búgva í nánd ella aðra staðni í Føroyum. Meira enn 75 prosent kenna seg ongantíð einsamøll sambært kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308