15 ár liðin síðani 9/11 í USA

15 ár liðin síðani 9/11 í USA
Í dag eru 15 ár síðan yvirgangsatsóknirnar á Pentagon í Washington og World Trade Center í New York, har 3.000 fólk lótu lív og 6.000 fingu løstir
 
11.09.2016 - 10:13

Men á 15 ára minningarhaldinum fyri yvirgangsatsóknirnar eru amerikanarar minni sameindir enn áður. Hetta skrivar CNN á heimasíðuni.

Dagarnir eftir 11. september 2001 vóru merktir av, at fólk stóðu saman ímóti fíggindunum hjá USA. Soleiðis er ikki longur. Í amerikanskum politikki eru stórar ósemjur um, hvussu yvirgangur skal handfarast, og hvussu trygdin í landinum skal skipast

Sambært meiningakanning, er tað í dag meira sannlíkt enn tað var fyri 5 árum síðani, at amerikanarar kenna ótta og vreiði, tá ið teir hugsa um yvirgangsatsóknirnar 2001.

Brúkt í valstríðnum

Hetta sæst eisini aftur í valstríðnum millum Donald Trump og Hillary Clinton.

Trump hevur brúkt nógva orku uppá at geva fyrrverandi republikanska forsetanum George W. Bush skuldina fyri atsóknirnar.

Samstundis hevur Trump fleiri ferðir nevnt, at hann ætlar at banna muslimum at koma inn í USA.

Nógv broytt

Politiska veðurlagið er broytt nógv seinastu 15 árini.

Tá stóðu Hillary Clinton, sum senatorur frá New York, saman við Rudolph Guiliani borgarstjóra í New York, um at troysta syrgjandi New York búgvar eftir hendingina.

Í dag er Guiliani ein av fremstu stuðlunum hjá Trump, og fer illa við Hillary Clinton í miðlunum.

Vantandi samanhald

Clinton og Trump hava bæði gjørt nógv fyri at leggja frástøðu til Irak kríggið, sum var ein beinleiðis avleiðing av atsóknunum.

Hillary Clinton hevur serliga verið fyri atfinningum, tí at hon í 2002 atkvøddi fyri, at USA skuldi gera innrás í Irak.

Yvirgangur hevur ongantíð fylt so nógv í politiska kjakinum í USA, men tann sameindi hugburðurin, sum eyðkendi USA tíðina eftir yvirgangsatsóknirnar í 2001 er farin í upploysn, skrivar CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109