Halda seg ikki til kunngerðina

Halda seg ikki til kunngerðina
Nógvir stovnar hjá tí almenna bróta kunngerðina um roknskap. Teir bóka vørur og tænastur, teir keypa, í einum øðrum ári enn rokningin verður goldin
Til samans 28 stovnar hjá tí almenna bókaðu í 2015 vørur og tænastur í einum øðrum ári enn rokningin verður goldin. Vinnuháskúlin er ein av teimum 28 stovnunum
 
08.09.2016 - 08:17

Landsgrannskoðanin sigur, at nógvar rokningar eru bókaðar seint í 2015, hóast vøran ella tænastan ikki eru latnar fyrr enn í ár.

Hetta ger, at landsroknskapurin verður ikki rættur, og tað er als ikki í lagi, sigur Landsgrannskoðanin. Summir stovnar leggja ikki í at halda roknskaparkunngerðini.

Tað er eyðsæð, at stovnar bíða til síðstu løtu at bíleggja vørur og tænastur, sum ikki eru átrokandi.

Úrslitið er ofta, at vøran ikki kann latast í sama fíggjarári, sum stovnarnir vilja bóka hana, sigur Landsgrannskoðanin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV