Trupult hjá kvinnum at fáa lønarhækkan

Trupult hjá kvinnum at fáa lønarhækkan
Tað er munandi truplari hjá kvinnum at fáa lønarhækkan á arbeiðsplássinum enn hjá monnum, vísir nýggj gransking. Kynsmismunur heldur professari
Tað er lættari hjá monnum at fáa lønarhækkan enn tað er hjá kvinnum, er niðurstøðan í granskingarverkætlan við 4.600 fólkum
 
06.09.2016 - 15:27

Kvinnur spyrja líka ofta sum menn um at fáa lønarhækkan, men tær fáa sjálvdan lønarhækkan, er niðurstøðan í gransking hjá University of Warwick.

Sannlíkindini fyri, at fólk á arbeiðsmarknaðinum fáa lønarhækkan, er 25 prosent størri hjá monnum enn kvinnum, staðfestir granskingin.

Granskarar funnu einki prógv fyri, at menn oftari spyrja um lønarhækkan enn kvinnurnar. Tí kann tað ikki vera orsøkin til munin, siga granskararnir.

Heldur talan vera um diskriminering

- Við granskingini í huga haldi eg, at talan kann vera um ávísan kynsmismun móti kvinnum, sigur Andrew Oswald, professari, sambært BBC News.

Eingi prógv vórðu funnin, ið geva ábendingar um, at orsøkin - til at menn oftari fáa lønarhækkan - er, at kvinnur smæðast við at spyrja um lønarhækkan.

Granskarar kannaðu til samans 4.600 fólk á arbeiðsmarknaðinum í Avstralia, ið hildið verður er tað einasta landið, har tað verður skrásett, tá fólk spyrja um lønarhækkan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946