Kaffi verður enn dýrari

Kaffi verður enn dýrari
Prísurin á kaffi er hetta seinasta árið hækkaður 21 prosent. Prísurin hækkar kanska uppaftur meira
Prísurin á kaffi er hetta seinasta árið hækkaður við 21 prosentum. Prísurin hækkar kanska enn meira
 
05.09.2016 - 14:46

Dámar tær væl kaffi, so skalt tú í framtíðini vera til reiðar at gjalda enn meira fyri kaffið - serliga espresso og instant kaffi, skrivar heimasíðan finans.dk

Prísurin á kaffibønum er kvinkaður uppeftir, tí turkur er í Brasil. Stjórnin hevur nú sett tiltøk í verk fyri at minka vatnnýtsluna í landinum.

Hetta seinasta árið er prísurin á kaffi, ið er selt í London, hækkaður 21 prosent. Nú verður eitt kilo av kaffi selt fyri 12,35 krónur á marknaðinum í London.

Kann dýrka enn meira

Meðan prísurin á kaffi hetta seinasta árið er hækkaður 21 prosent, er ikki heilt óhugsandi, at prísurin fer at hækka uppaftur meira.

Kaffi kann gerast 30 prosent dýrari inntil ársenda í 2017 enn nú, væntar franska fíggingarfyritøkan Société Générale.

Hetta er fyrstu ferð í 10 ár, at so lítið er heystað av robusta-kaffibønum. Eftirspurningurin eftir kaffi fer at verða søguliga stórur, væntar amerikanska stjórnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946