Trupult at seta leysu størvini

Trupult at seta leysu størvini
Tá ein kommunulækni fer úr fasta starvi sínum, er nærum ógjørligt at manna starvið aftur við kommunulækna í føstum starvi. Tað ber bara til í Havn
Tað er bara í Havn, at tað ber til at manna kommunulæknastørv aftur, tá kommunulæknar fara úr føstum størvum
 
25.08.2016 - 16:11

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningum frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni í Sambandsflokkinum.

Níggju kommunulæknadømi eru í Føroyum, men bara eitt av teimum níggju kommunulæknadømunum í Føroyum er fullmannað við læknum í føstum starvi, tað er í Suðurstreymi.

Sirið Stenberg sigur, at Heilsutrygd søkir regluliga, bæði í føroyskum og donskum miðlum, eftir kommunulæknum í fast størv í Føroyum. Men tað er sera trupult at fáa sett leysu størvini.

SÍ EISINI Læknatrot um alt landið

Í hinum størvunum eru avloysarar, aloftast útlendingar, sum koma og fara. Síðani 2003 hevur borið til at taka serútbúgving sum kommunulækni í Føroyum.

Higartil hava 16 tikið hesa serútbúgving, ella partar av henni, í Føroyum. Flestu teirra arbeiða nú í Føroyum. Í løtuni eru 13 læknar í serútbúgving í Føroyum. Tann fyrsti teirra verður um eina viku.

Sirið Stenberg sigur, at serfrøðin mælir til at skipa heilsuøki við heilsudeplum fyri at fáa kommunalæknar í fast starv. Strembað verður eftir, at heilsudeplar vera í øllum heilsuøkjum 1. januar 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946