Hálvur tími er ikki nóg mikið

Hálvur tími er ikki nóg mikið
Tað er ikki nóg mikið at røra seg í hálvan tíma hvønn dag, vilja fólk hava sum mest burturúr, er niðurstøðan hjá ítróttagranskara
Fólk fáa sum mest burturúr, røra tey seg regluliga í ein heilan tíma, og ikki bara ein hálvan, sigur danskur ítróttagranskari
 
23.08.2016 - 14:53

Hálvan tíma um dagin.

Tað hevur verið sagt leingi, skal vera gott fyri heilsuna hjá fólki. Tað er tað eisini, men tað skal meira til enn tað, vilja fólk hava sum mest burturúr rørslu og venjing.

- Ein hálvur tími um dagin er ikki nóg mikið í mun til bestu hjartaheilsuna, sigur Kristian Overgaard, ítróttagranskari, við tíðindastovuna Ritzau, skrivar jp.dk

Fólk eiga at røra seg hálvan tíma um dagin, er almenna tilmælið frá heilsumyndugleikunum. Men tað er avgjørt eisini minsta kravið, sigur ítróttagranskarin.

Fólk mugu seta ein tíma av

- Hálvur tími um dagin er nóg mikið til at bøta um heilsuna hjá fólki um tey als ikki røra seg ella íðka ítrótt, sigur Kristian Overgaard, granskari, sambært blaðnum.

Fólk skulu tó seta meira tíð av og annaðhvørt røra seg ella íðka ítrótt í ein heilan tíma hvønn dag, og ikki bara ein hálvan, er metingin hjá ítróttagranskaranum.

- Eingin venjingarháttur er betri enn ein annar. Í mun til hjartaheilsuna er reglulig gongd, renning og súkkling gott fyri heilsuna, sigur Kristian Overgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946