Stjørnan hevur fingið nýggja nevnd

Stjørnan hevur fingið nýggja nevnd
Hondbóltsfelagið í Klaksvík hevur skipað seg við nýggjari nevnd, men enn er eingin venjari settur
 
18.08.2016 - 11:29

Formaðurin í Stjørnuni seinastu trettan árini, Kristoffur Ragnarsson, hevur takkað fyri seg, og nýggj nevnd er vald.

Norðlýsið skrivar, at Hanna Brandal, Jastrid Gullaksen, Anna Kristina Samson og Una Váðklett manna nevndina, sum enn ikki hevur skipað seg við forkvinnu.

Hóast kappingarbyrjan nærkast, so er framvegis eingin venjari settur í Stjørnuni, men tað verður skjótt.

- Vit arbeiða við venjaraspurninginum. Bæði fyri besta liðið og hinar deildirnar, sigur Hanna Brandal við Norðlýsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835