Landið søkir eftir samráðingarleiðara

Landið søkir eftir samráðingarleiðara
Fíggjarmálaráðið skal hava nýggjan lønarstjóra
Snorri Fjallsbak gavst sum stjóri á Lønardeildini í juni eftir góð tíggju ár í starvinum. Hann gjørdi meira enn 100 sáttmálar við 30 fakfeløg.
 
17.08.2016 - 11:19

Fíggjarmálaráðið søkir nú eftir stjóra til Lønardeildina.

Starvið sum lønarstjóri gjørdist leyst, tá Snorri Fjallsbak í juni segði seg úr starvinum. Hann er nú ráðgevi hjá Fíggjarmálaráðnum.

Stjórin á Lønardeildini stendur á odda fyri samráðingunum við tey nógvu fakfeløgini, sum umboða almennu starvsfólkini og tænastufólkini, og góðkenna lønarsáttmálar hjá kommununum. 

Vil hava framskygdan stjóra

Lønarstjórin hevur eisini ábyrgdina av starvsfólkaumsiting landsins.

Fíggjarmálaráðið søkir eftir framskygdum, ágrýtnum og dugnaligum lønarstjóra. 

Umsóknarfreistin er til 9.september.

Fíggjarmálaráðið vónar, at nýggi lønarstjórin kann byrja 1.november.

Á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum arbeiða trý fólk. 

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946