- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnunevndin arbeiðir við einum broytingaruppskoti
Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, vil ikki siga, hvat broytingaruppskotið snýr seg um, men undir viðgerðini í gjár varð fleiri ferðir víst á, at eitt nú línuskip, sum hava fiskað á fjarleiðum í ár, og ikki hava brúkt fiskidagar undir Føroyum, verða revsað næsta fiskiár eftir nýggju skipanini um fiskidagabanka.
Hon ber í sær, at bara skip, sum hava brúkt fiskidagar í hesum fiskiárinum, fáa burtur úr puljuni, ella buffaranum, sum tikið verður til.
Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, viðgekk í Løgtinginum í gjár, at skipini, sum hava givið grunnunum undir Føryum frið, verða revsað.
Triðja viðgerð í morgin
Við 2. viðgerð samtykti løgtingið eitt annað broytingaruppskot frá vinnunevndini.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, bað nevndina um at skoyta upp í lógina, at maskinbrek ella sjúka eiga ikki at forða fyri, at skip ella bátar kunnu fáa eykafiskidagar eftir nýggju regluni í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Hetta var samtykt við 16 atkvøðum.
Triðja viðgerðin av lógini um fiskidagar verður í tinginum í morgin.