Fiskidagar: Sonja atkvøður fyri samgongutilmælinum

Fiskidagar: Sonja atkvøður fyri samgongutilmælinum
Vinnunevndin leggur álit í málinum um fiskidagar fyri tingið í morgin
 
11.08.2016 - 10:46

Samgongan kann rokna við atkvøðuni hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, tá atkvøtt verður um fiskidagarnar í næstu viku. 

Sonja Jógvansdóttir sigur, at hon fer at atkvøða fyri tí, sum samgongan í Vinnunevndini kemur við.

Samgongan hevur brúk fyri atkvøðuni hjá Sonju Jógvansdóttur, tí í samgonguni eru bara 16 fólk av 33 tingfólkum. 

Vinnunevndin fer at leggja álit til uppskotið um fiskidagar fyri tingið í morgin, og málið kemur til 2. viðgerð mánadagin.

Roynir breiða semju

Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, sigur, at hann roynir at fáa eina breiða semju í nevndini, nú álitið verður skrivað.

Hesa vikuna hava feløg, einstaklingar og stovnar verið í vinnunevndini og sagt sína hugsan um málið.

Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, verða fiskidagarnir í fyrstu atløgu skerdir 30 prosent, men 15 prosent verða lutað útaftur til skip, sum hava brúkt sínar fiskidagar.

Atkvøtt verður í málinum við 2. viðgerð mánadagin. Triðja viðgerð verður mikudagin 17. august.

Nýggja fiskiárið byrjar 1. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859