- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnunevndin viðger fiskidagarnar
Vinnunevndin fer nú at viðgera uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at skerja fiskidagarnar næsta fiskiár.
Fundir verða bæði í morgin og týsdagin, og nevndin hevur sent boð eftir áhugafeløgum í fiskivinnuni, einstaklingum og stovnum.
Í morgin verður fundur við feløgini Línuskip, Trolskip, Trolbátar, Meginfelag Útróðrarmanna, Osmund Justinussen, Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið.
Týsdagin verður fundur við Fiskidaganevndina, landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Havstovuna og Vørn.
Skerja 30 prosent
Sambært uppskotinum verða fiskidagarnir í fyrstu atløgu skerdir 30 prosent, men 15 prosent av døgunum verða latin útaftur til skip, sum hava brúkt sínar fiskidagar.
Viðgerðin í vinnunevndin hevur ávísan skund, tí málið skal verða avgreitt í tinginum í seinasta lagi 18. august.
Nýggja fiskiárið byrjar 1. september.