- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fingu Grønland fyri Vesturindisku oyggjarnar
At Danmark seldi Vesturindisku oyggjarnar til USA fyri 100 árum síðani, fekk eisini avgerandi týdning lagnu Grønlands, vísa skjøl í danska ríkisskjalasavninum.
Danmark seldi USA oyggjarnar fyri 25 milliónir dollarar, ella umleið 100 milliónir kr. í okkara peningi, tann 4. august í 1916.
Samstundis tryggjaði Danmark sær, at amerikanarar tóku undir við, at Danmark fekk valdið á Grønlandi, skrivar sjónvarpsstøðin TV2.
Stríddust við norðmenn
Um hetta mundið stríddust Danmark og Noreg um rættin til partar av Grønlandi. Norðmenn settu búgv á eysturstrondini, og danir vóru vestanfyri.
Tá Vesturindisku oyggjarnar vórðu seldar, fingu danir amerikanarar at skriva undir eitt skjal, sum sigur, at USA skuldi styðja Danmark í øllum málum, sum viðvíktu Grønlandi.
Robert Lansing, sum tá var amerikanskur uttanríkisráðharri, skrivaði undir skjalið í New York.
Erik Gøbel, granskari á ríkisskjalasavninum, sigur við TV2, at skjalið er framvegis í gildi, hóast tað er hundrað ára gamlt.
Støðin í Thule
Løgfrøðiliga er Grønland á donskum hondum. Tað var eisini atvoldin til, at USA noyddist at spyrja Danmark um loyvi at byggja støðina í Thule, sigur hann.
Danmark og grønlendska landsráðið stevndu seinni Noreg fyri altjóða dómstólin í Haag, og Danmark vann sakarmálið í 1933, serliga tí amerikanarar styðjaðu Danmark, sigur Erik Gøbel.
Tað bant USA seg til í skjalinum um Vesturindisku oyggjarnar 4. august í 1916. Tí er Grønland partur av ríkisfelagsskapinum, sigur granskarin á danska ríkisskjalasavninum við TV2.