- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønar Føroyar
Grønar Føroyar
Samgongan fer at arbeiða fram ímóti, at bileigarar ikki skulu gjalda eftir vekt men eftir útláti
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2015-01-02_at_9.37.40_pm.png?itok=0FWf7qAF)
30.07.2016 - 16:53
Frá 1. januar í 2017 ætlar samgongan at leggja gjøld á motorakfør um, so eitt nú bileigarar ikki gjalda eftir vekt men eftir útláti.
Hetta er til tess at eggja fólki at velja umhvørvisvinarligar loysnir, stendir í frágreiðingini hjá løgmanni á ólavsøku.
Á henda hátt kunnu fólk lækka sítt gjald við at velja umhvørvisvinarligari bil.
Fyri at røkka málinum um at øll el-framleiðsla í Føroyum verður grøn í næstu framtíð, verða fólk somuleiðis eggjað til at ogna sær el-bil.
Tí verður tíðaravmarkað skipan sett í verk fyri el-bilar, soleiðis at fólk kunnu fáa afturborið part av avgjaldinum á bilin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV