- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý ár frá skrædli
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/narsaq.jpg?itok=FZsNuOgw)
Grønlendski búskapurin er í so vánaligum standi, at yvirvísmaðurin og formaðurin í grønlendska búskaparráðnum, Torben M. Andersen, gevur landinum trý ár at koma føtur aftur - annars endar grønlendska samfelagið í einum búskaparligum skrædli.
Sambært Torben M. Andersen er avgerandi neyðugt, at Grønland innan trý ár fær veruliga gongd á námsvinnuna ella ferðavinnuna, soleiðis at búskapurin kann fóta sær. Eydnast tað ikki, fara fólk í stórum tali at flyta úr Grønlandi.
- Grønland er á einum vegamóti. Øðrumegin er ein ónd ringrás, og hinumegin ein tilgongd móti einum meira sjálvberandi búskapi, sum tó krevur stórar og umfatandi nýskipanir, sigur Torben M. Andersen við Børsen.
Ávarar um avleiðingarnar
Búskaparligi yvirvísmaðurin, sum eisini er formaður í grønlendska búskaparráðnum, ávarar um álvarsamar avleiðingar, um grønlendsku myndugleikarnir lata standa til.
- Grønland hevur tvey til trý ár at seta nýskipanirnar í verk. Um einki verður gjørt, so verður munurin á livistøðinum í Grønlandi og hinum norðurlondunum somikið stórur, at fólk við útbúgving flyta úr Grønlandi í onnur lond, sigur Torben M. Andersen.
Gongdin í grønlendska fiskivinnuni hevur síðstu árini verið góð, og tað hevur hildið búskapinum uppi.
Umfatandi nýskipanir mugu setast í verk
- Men samfelagið kann ikki einans dúva uppá fiskivinnuna. Neyðugt er at fáa gongd í námsvinnuna og ferðavinnuna. Og so má fíggjarlógin hanga saman. Tað krevur umfatandi nýskipanir, ljóðar boðskapurin frá Torben M. Andersen í samrøðu við Børsen.
Grønland hevur síðstu árini sett stórar vónir til eina komandi námsvinnu, men har er einki vinnuligt virksemi ídag. Og meðan ferðavinnan í grannalandinum Íslandi blómar, so stendur grønlendska ferðavinnan í stað.
Haldførið í grønlendska búskapinum er sera vánaligt. Næstu 15 árini mangla okkurt um ein milliard krónur í, um árið, fyri at fáa haldførið í grønlendska búskapin. Ríkisstuðulin úr Danmark til Grønland er í dag 3,7 milliardir krónur.