Tingkvinna: Menningarætlanin varð broytt

Tingkvinna: Menningarætlanin varð broytt
Ein partur av úrslitinum í menningarætlaninini fyri sjúkrahúsini er broyttur í umsetingini, heldur løgtingskvinna hjá Fólkaflokkinum
 
06.07.2016 - 07:43

Tá úrslitið hjá arbeiðsbólkinum, sum gjørdi menningarætlanin fyri heilsuverkið, varð umsett til føroyskt, varð nógv av tí, sum stóð um Klaksvíkar sjúkrahús broytt.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna. Hon sigur, at á umráðandi økjum fyri Klaksvíkar sjúkrahús er úrslitið hjá arbeiðsbólkinum broytt, tá tað varð umskrivað til føroyskt.

SÍ EISINI Álitið fekk kaldliga móttøku í Norðuroyggjum

Niðurstøða er gjørd um eina felags sjúkrahúsleiðslu. Tað var als ikki við í arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna.

Aðrir politikarar í Norðoyggjum og stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi finnast eisini at menningarætlanini.

Tey siga, at Klaksvíkar sjúkrahús er fyri vanbýti í ætlanini, og felags sjúkrahúsleiðslan kom ikki í ætlanina fyrr enn í síðstu løtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946