Nógv keypa aðrastaðni

Nógv keypa aðrastaðni
Matvøruhandlarnir í Føroyum fáa 20.000 krónur í miðal frá hvørjum føroyingi um árið. Men øll keypa ikki í oynni, sum tey búgva í
 
05.07.2016 - 08:05

Nógv, sum fara av oynni til arbeiðis, fara til handils á veg heim aftur. Vit keyptu sambært Kappingareftirlitinum fyri knappliga eina milliard krónur í teimum 51 matvøruhandlunum í 2014.

Matvørur og aðrar gerandisvørur vórðu seldar fyri 976 milliónir krónur í 2014, men tá eru meirivirðisgjald og onnur avgjøld ikki tald við.

Sambært yvirlitinum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt, vóru nógv flestir handlar upp á fólkið í Sandoynni, men har varð samstundis nógv minst selt upp á fólkið.

Greinin heldur fram niðanfyri

Orsøkin er helst tann sambært Kappingareftirlitinum, at fólk arbeiða í aðrari oyggj og keypa sínar gerandisvørur har. Raskast at keypa eru fólk í Eysturoynni.

Har var sølan upp á fólkið 22.000 krónur í 2014. Kappingareftirlitið nevnir tó møguleikan, at fólk í Norðoyggjum keypa í Eysturoynni á veg til hús frá arbeiði sunnanfyri.

Í Føroyum eru dupult so nógvir matvøruhandlar fyri hvørji 1000 fólk sum í Danmark. Tað undrar Kappingareftirlitð, at eingin lágpríshandil, discounthandil, er í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946