- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyski leikluturin eisini umrøðast
Danmark fer nú undir herdubbing við Norðpólin og fer at nýta nógvar pengar til átakið tey næstu árini. Grønlendski og føroyski leikluturin verður eisini umrøddur.
Millum annað skal ein grønlendsk heimaverja skipast, íløgur skulu gerast í fylgisveinar, og sjóverjan skal styrkjast. Tað stendur í eini frágreiðing, sum danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, fer at almannakunngera mánadagin, skrivar Jyllandsposturin.
Avbjóðingarnar við Norðpólin eru stórar, og tí er neyðugt við íløgunum, skrivar blaðið. Lagt verður upp til, at 360 milliónir krónur, sum eru tøkar, verða nýttar til endamálið, og so mugu minst 120 milliónor krónur játtast um árið.
Taka undir við frágreiðing
Danski fólkaflokkurin, Radikali flokkurin og danski javnaðarflokkurin taka undir við tí, sum stendur í frágreiðingini. Flokkarnir taka undir við, at Danmark fyrireikar seg til tað, sum skal henda kring Norðpólin.
Søren Espersen í danska fólkaflokkinum heldur tað vera eitt gott hugskot, at Grønland fær heimaverju, men mælir til, at bæði grønlendingar og føroyingar skulu gera herskyldu, um londini vilja hava ávirkan.
Hvørki danski javnaðarflokkurin ella radikali flokkurin taka kortini undir við tí. Martin Lidegaard, framsøgumaður hjá radikala flokkinum vil hava grønlendingar við í samráðingarnar.
Norðpólurin strategiskan týdning
Framsøgumaðurin hjá danska javnaðarflokkinum, Henrik Dam Kristensen, leggur mest dent á, at ætlaninar ikki eru at meta sum herdubbing. Men soleiðis kann Russland meta ætlanina, sigur stjórin í hugsanarbankanum, RIAC, Andrey Kortunov, sum heldur til í Moskva.
Hann leggur dent á, at Norðpólurin hevur stóran strategiskan týdning fyri Russland, og donsku ætlaninar eru ikki vælkomnar hjá russisku leiðsluni, sigur hann, og vísir á spentu støðuna ímillum NATO og Russland.
Danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, váttar, at frágreiðingin um Norðpólin er klár, men hann vil ikki gera nakrar viðmerkingar fyrr enn mánadagin, tá stjórnin fer at leggja ætlaninar fyri norðpólsleiðina fram.
Málið eisini umrøtt í Føroyum
Viðurskifti í Arktis eru á breddanum, tá ráðharrin fyri amerikanska herflotan vitjar í Føroyum næstu dagarnar. Ray Mabus kemur til Føroya í morgin og steðgar til sunnudagin.
Amerikanski herflotaráðharrin skal hava fund við Aksel V. Johannesen, løgmann, Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Á skránni fyri fundirnar eru viðurskifti í Arktis, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi. Á vitjanini í Føroyum skal Ray Mabus eisini hitta Løgtingsins uttanlandsnevnd og vitja Arktisk Kommando.