- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umráðandi við handilsavtalu við Bretland
Endar fólkaatkvøðan við, at Bretland tekur seg burtur úr ES, eigur landsstýrið at bera skjótt at og fáa handilsavtalur við Bretland.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur við Vikuskiftis-Sosialin, at Føroyar og Bretland hava í søguligum høpi havt gott handilssamstarv.
Men fer Bretland burtur úr ES, fáa bretsku myndugleikarnir nógv at gera, og tað er neyvan sannlíkt, at Føroyar sleppa fyrstar fram at samráðingarborðinum, tí tað eru nógvir aðrir marknaðir, sum bretar hava størri tørv á, sigur Marita Rasmussen við Vikuskiftis-Sosialin.
Stjórin í Vinnuhúsinum sigur, at ein áheitan eigur at vera klár, so skjótt úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt.
- Tað er týdningarmikið, at vit ikki seta okkum afturá og enda aftast í bíðirøðini, tí tann bíðirøðin verður long, sigur Marita Rasmussen.
Útflutningurin til Bretlands er nógv minkaður síðstu árini, men innflutningurin stendur í stað.
Sambært stjóranum í Vinnuhúsinum er útflutningurin minkaður úr einari milliard krónum um árið, niður í 630 milliónir. Innflutningurin liggur um 150-200 milliónir krónur um árið, og tað hevur hann verið síðani 2006.