- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsbólkur settur at gera tilmæli
Í seinasta lagi 30. november í ár skal arbeiðsbólkurin, sum býráðið í gjárkvøldið samtykti at seta at gera uppskot um miðbýarskúla í Havn, koma við tilmæli.
Tilmælið verður latið øllum skúlastýrunum at viðgera. Tey lata so í seinasta lagi 1. mars næsta ár býráðnum sítt tilmæli.
SÍ EISINI Foreldur: Umhugsið framhaldsdeildina av nýggjum
Býráðið samtykti hóskvøldið eitt uppskot frá øllum býráðslimum uttan teimum hjá Tjóðveldi um at seta arbeiðsbólkin við støði í samtykt hjá meiriluta í Mentamálanevndini 10. februar í ár um at menna Sankta Frans skúla sum framtíðar miðbýarskúla.
Meirilutin í Mentamálanevndini segði tá, at umstøðurnar hjá Sankta Frans Skúla skulu betrast og dagførast. Men tað er ikki rætt at fara undir at broyta skúlabygnaðin, sum eitt samt býráð hevur samtykt og Mentamálaráðið hevur góðkent. Í tí bygnaðinum er eingin framhaldsdeild í Sankta Frans skúla.
SÍ EISINI Skúlabygnaðurin varð ongantíð góðkendur
Arbeiðsbólkurin, sum nú skal setast, skal millum annað gera uppskot um skúlabygnað fyri framtíðar miðbýarskúla, eisini um møguliga framhaldsdeild, sum tekur atlit at skúlabygnaðinum í kommununi annars.
Í arbeiðsbólkinum vera umboð fyri skúlastýrini fyri Sankta Frans skúla, Skúlan á Fløtum, Eysturskúlan og Mentamáladeildina hjá býráðnum. Jógvan Arge í Tjóðveldi hevði uppskot um, at býráðið samtykkir at stovna framhaldsdeild Sankta Frans skúla sum skjótast.
Men tá uppskotið hjá teimum tíggju býráðslimunum um arbeiðsbólkin varð samtykt, varð ikki atkvøtt um uppskotið hjá Jógvani Arge.