- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja nú (aftur) eftir leiðara
Men Løgtingsins umboðsmaður, sum fekk eina klagu um setanina, bað í februar kommunustýrini í Suðuroynni um at viðgera setanina av nýggjum.
Løgtingsins umboðsmaður staðfesti í sínari niðurstøðu, at kommunustýrini høvdu onga lógarheimild til at lata nevndina fyri Musikkskúlan seta leiðaran.
Nú stendur í lýsingini eftir leiðara, at kommunurnar í Suðuroynni eru setanarmyndugleiki. Freistin at søkja starvið sum leiðari í Musikkskúlanum í Suðuroynni er sett til 24. juni.
Reglurnar um musikkskúlar dagførast
Løgtingsins umboðsmaður bað landsstýriskvinnuna í kommunumálum, Sirið Stenberg, ansa eftir, at avgerðin um setanina verður tikin á røttum staði, tað er hjá kommununum, og ikki hjá nevndini fyri Musikkskúlan
Mentamálaráðið er biðið um dagføra reglurnar um musikkskúlar. Løgtingsins umboðsmaður fekk eisini klagu um, at leiðari á Musikkskúlanum í Suðuroynni varð settur í august í 2013, uttan at starvið varð lýst leyst yvirhøvur.
Í apríl í fjør varð starvið so lýst leyst. Fýra umsøkjarar vóru tá. Men tá setti nevnd skúlans leiðaran. Tað kundi hon ikki, sambært Løgtingsins umboðsmanni, tí kommunurnar eiga at seta leiðaran.