- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri ferðast við strandfaraskipunum
Til 1. juni var vøkstur á øllum leiðum uttan á Skúvoyarleiðini Sambært tølunum hjá Strandferðsluni vóru ferðafólkini stívliga 20.000 fleiri til 1. juni í ár enn í fjør.
Vøksturin er tíggju prosent. Í tølunum hjá Bygdaleiðum sæst millum annað, at bussurin, sum koyrir millum Klaksvík og Kunoy, við eitt fór at koyra við nógv fleiri fólkum í mars í ár.
Í januar brúktu fýra ferðafólk leiðina millum Klaksvík og Kunoy, í februar var bussførarin einsamallur í bussinum allar dagarnar.
SÍ EISINI Bygdaleiðir á einum vegamóti
Fyrst í mars høvdu Dagur og vika tíðindi um bussleiðina í Norðoyggjum, sum koyrdi, hóast ferðafólkini vóru millum fá og eingi.
Eftir tað hendi so okkurt. Í mars vóru 35 ferðafólk á Kunoyarleiðini, í apríl 21 og í mai brúktu 17 ferðafólk leiðina.
Til 1. juni koyrdu 77 fólk við Bygdaleiðum millum Klaksvík og Kunoy. Somu tíð í fjør vóru tey fimm, og alt árið 2015 vóru 50 ferðafólk á Kunoyarleiðini.