- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki komið á mál enn
Ikki komið á mál enn
Semingsstovnurin roynir framvegis at fáa semju í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
15.06.2016 - 10:28
Í gjár var fundur við sjúkrarøktarfrøðingarnar, og seinnapartin í dag verður fundur við Lønardeildina.
Enn hava semingsmenninir ikki avgjørt at kalla báðar partar saman í senn til endaliga semingsroynd. Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar sendi hósdagin í síðstu viku boð eftir Semingsstovninum.
Partarnir, Lønardeildin og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, vóru annars til reiðar at undirskriva nýggjan sáttmála fyrrapartin hósdagin, men ein óloystur spurningur var kortini eftir.
Óloysti spurningurin gjørdi, at felagið ikki kundi undirskriva sáttmálan. Óloysti spurningurin er um lønina hjá einum serligum bólki av sjúkrarøktarfrøðingum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV