Her er skráin fyri drotningavitjanina í Sandoynni

Her er skráin fyri drotningavitjanina í Sandoynni
Almenna vitjanin hjá Margrethu drotning heldur í dag fram í Sandoynni. Í kvøld verður drotningin vertur fyri móttøku umborð á Dannebrog
 
15.06.2016 - 05:00

Heima á Sandi

Búni: Tænastubúni/skilagóð klæðir og góðir skógvar

Klokkan 9:45: H. H. Drotningin kemur til Sandoyar við kongaskipinum Dannebrog.

Drotningin verður flutt í land í skipsbátum.

Viðrar ikki verður siglt við Silju Star av Gomlurætt.

Klokkan 10:00: Drotningin kemur í land.

Móttøka við Brandi Sandoy, borgarstjóra, og frú Anju Sandoy, Aksel V. Johannesen, løgmanni, og frú Katrin. D. Apol og Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmanni.

Borgarstjórin navnkennir bygdaráðið í hesari raðfylgju:

Eyðvarur Petersen, varaborgarstjóri

Poul Klementsen

Bárður Olsen

Lis Clementsen

Heri Jacobsen

Sissal Olsen handar drotningini blómutyssi.

Klokkan 10:10: Koyrt verður til Listasavnið.

Klokkan 10:15: Vitjað verður á Listasavninum.

Súsan í Jákupsstovu, leiðari, tekur ímóti H. H. Drotningini.

Borgarstjórin navnkennir borgarstjórarnar á Sandoynni í hesi raðfylgju:

Gerhard Lognberg, Skopunar kommuna

Linjohn Christiansen, Skálavíkar kommuna

Jákup Martin Sørensen, Húsavíkar kommuna

Brandur Sandoy, borgarstjóri, og Súsan í Jákupsstovu, savnsleiðari, vísa fram tríggjar listamenn: Mikines, Frimod Joensen og Ingálv av Reyni.

Næmingar úr musikskúlanum, Alvi Jespersen og Bogi Hentze, spæla bakgrundstónleik.

Tónleikur verður framførdur av Biritu Poulsen, operasangara, og Jósef Zachariassen, klaverleikara. Kaffi verður afturvið.

Klokkan 11:00: Koyrt verður til Grótvíkar.

Klokkan 11:05: Komið verður til Grótvíkar.

Steðgað verður við Gívunarspor. Jógvan Nicodemussen (Jógvan í Klingruni) tekur ímóti og greiðir frá kendu søgnini um Gívrina. Síðani verður gingið oman og hugt eftir steininum, har 20 kvinnur hava bundið søgnina um Gívrina.

Lítið manskór framførir við steinin.

Klokkan 11:30: Koyrt verður yvir um byrgingina.

Klokkan 11:35: Komið verður til steinrenningarnar yviri í Urð.

Uni Árting, jarðfrøðingur, tekur ímóti og greiðir frá. H. H. Drotningin gongur út at hyggja eftir steinrenningunum, har viðarbular síggjast sum steinrenningar á markinum millum miðfláirnar og ovastu basaltfláirnar.

Klokkan 11:50: Koyrt verður aftur til bygdina til Mølheyggjarnar.

Klokkan 11:55: Steðgað verður við Mølheyggjarnar.

Símun Arge, fornfrøðingur, tekur ímóti og greiðir frá um nýggjasta útgrevsturin niðri á Sandabrekkuni, sum prógvar, at búsetingar hava verið har um ár 300.

Klokkan 12:15: Koyrt verður aftur til Kirkjuna heima á Sandi.

Klokkan 12:20: Komið verður til parkeringsplássið framman fyri kirkjuna heima á Sandi.

Uttanfyri heilsar H. H. Drotningin upp á bygdafólkið, skúla ‐og barnagarðsbørn og búfólkini á ellisheiminum á oynni.

Ronja Dam Jacobsen handar H. H. Drotningini blómutyssi.

Klokkan 12:30: Koyrt verður til Slavansdal.

Klokkan 12:40: Komið verður til smáttuna í Slavansdali.

Klokkan 13:00: Borgarstjórin er vertur við miðmála.

Borgarstjórin handar drotningini gávu.

Klokkan 14:15: Flogið verður við tyrlu úr Slavansdali til Boðanes í Havn.

Klokkan 14:30: Tyrlan lendir í Havn og koyrt verður til Dannebrog.

Klokkan 14:35: H. H. Drotningin kemur til Dannebrog.

Móttøka á Dannebrog

Búni: Pen klæði/tænastubúni

Klokkan 18:00: H.H. Drotningin er vertur fyri móttøku umborð á Kongaskipinum Dannebrog. Tað verður kvøðið.

Klokkan 20:30: Móttøkan endar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512