- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðarafeløgini leggja støðið
Fakfeløg, sum hava lønarsamráðingar við Arbeiðsgevarafelagið hetta til 1. mai í 2018, fáa 2,2 prosent fyrra árið og 2,3 prosent seinna árið, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tí hetta er tað, sum tey fimm arbeiðarafeløgini fingu. Semjan, sum varð gjørd 6. mai, leggur støðið undir øllum samráðingunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í samráðingarumfarinum 2016-2018.
Hetta verður útreiðslukarmurin í øllum umfarinum, sambært arbeiðsgevarunum. Í sáttmálasamráðingunum í 2014 vildu handverkarafeløgini samráðast um lønarkarm saman við arbeiðarafeløgunum.
Somu støðu til møguliga semju
Hetta góðtóku Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Treytin var tó, at arbeiðsfólk og handverkarar samráddust sum ein partur og høvdu somu støðu til møguliga semju.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgini skuldu boða Arbeiðsgevarafelagnum og Handverksmeistarafelagnum frá fyri 1. januar í ár, um tey vóru samd um ein nýggjan samráðingarleist.
Men tað hendi ikki. Tí verður karmurin framvegis avgjørdur í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, sigur Arbeiðsgevarafelagið.