Turkur noyðir kommunu at spara

Turkur noyðir kommunu at spara
Góða veðrið í seinastuni fær nú Vága kommunu at skrúva fyri vatninum. Fólk í Sandavági skulu ikki brúka meira vatn enn neyðugt
 
13.06.2016 - 14:45

Einki er so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt. 

Vatntrot er í Sandavági, nú turkur hevur verið í nógvar dagar. Tað skrivar Vága kommuna á heimasíðuni hjá kommununi, vaga.fo

Drekkivatnið í Sandavági kemur úr keldum, sum í løtuni ikki geva so nógv vatn. Tí er nú neyðugt at steingja fyri vatninum fyri at spara vatn.

Stongt verður fyri drekkivatninum í Sandavági næstu nátt frá klokkan 23:30-5:30. Enn er ikki greitt, um kommunan ger onnur tiltøk fyri at tálma nýtsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512