- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú byrjar almenna vitjanin
Dannebrog leggur at á Drelnesi við mentanarhúsið Salt, har løgmaður, ríkisumboðsmaðurin og Kristin Michelsen, borgarstjóri, taka ímóti.
Drotningin kom til Føroya seinnapartin gjár við flogfari hjá danska herinum, og úr Vágum varð farið umborð á Dannebrog, sum lá á Kollafirði.
Drotningin fer fyrst at vitja Salt, har Ólavur Rasmussen, formaður í Salt-grunninum fer at greiða frá. Síðani verður farið til Hovs at vitja skúladepilin.
SÍ EISINI Her er skráin fyri drotningavitjanina í Suðuroy
Úr Hovi verður farið til Hvalbiar og Sandvíkar. Í Hvalba verður m.a. vitjað á Sambýlinum Óðalsbrekku, og í Sandvík verður farið inn á gólvið í elsta húsinum í Suðuroynni.
Seinnapartin verður vitjað á Tvøroyri, millum annað í húsunum, har kongaligi einahandilin helt til, á Varðanum Pelagic og umborð á M/S Thorshavn.
Í kvøld er býráðið á Tvøroyri vertur við døgurða á Seglloftinum. Í morgin vitjar drotningin í Havn.