- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk ikki tørv á nýggjum maskinum
Landsverki tørvar ongar nýggjar maskinur, tí stovnurin eigur at útveita tað sum útveitast kann.
Tað sigur Føroya Handverksmeistarafelag í eini viðmerking til boðini frá Landsverki um, at stovnurin hevur tørv á maskinum, um eitt nú kavaruddingin skal kunna gerast til lýtar.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum skrivar Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, at Landsverk eigur at útveita tað, sum útveitast kann.
Rakstraruppgávur skulu bjóðast út
Formaðurin í Handverksmeistarafelagnum vísir á, at Landsverk um aldarskiftið fór undir at bjóða ymisk arbeiðir út til privatar arbeiðstakarar, og nú er tíðin komin til at Landsverk eisini fer at bjóða rakstraruppgávur út.
Víst verður á, at Landsverk framvegis nýtir sama hátt tá talan er um viðlíkahald av landsvegum og tunlum, fresing og asfaltering, vetrarhald á landsvegunum og framleiðslu og sølu av gróti, skervi og asfalti.
- Hetta er uppgávur, sum uttan iva kundu verið loystar av privatum veitarum. Á tann hátt kundi Landsverk lagt størri dent á tað sum er kjarnuuppgávan hjá stovninum: at stýra íløgum og rakstri gjøgnum sáttmálastýring.
Bjóðast út í fimm ára skeið
Føroya Handverksmeistarafelag vísir á, at í Noregi verður raksturin av vegakervinum boðin út á hvørjum ári. Í Føroyum eigur Landsverk at bjóða rakstrar-, viðlíkahalds- og vetrarhaldið av landsvegakervinum út.
Til dømis fyri eitt fimm ára skeið, so at fyritøkurnar náa at gera neyðugu íløgurnar og tillaga sítt virksemi. Tískil kemur Landsverk at hava ein týdningarmiklan leiklut at tryggja góðsku og kapping yvir tíð, í mun til játtan.
Tí heldur Føroya Handverksmeistarafelag, at tað ikki eru nýggjar maskinur, sum Landsverki tørvar, men heldur ein nýggjur háttur at skipa arbeiðið.