- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her er skráin fyri drotningavitjanina í Suðuroy
Drelnes
Búni: Tænastuklæði
Klokkan 9:00: Danska verjuskipið Triton og føroyska verjuskipið Brimil eru við í kongaliga fylginum undir leiðslu av skipsovastanum, áðrenn komið verður inn á Drelnes á Tvøroyri. Triton ger kongsheilsan við 27 skotum. Føroyskir róðrarbátar og M/S Thorshavn fylgja kongaskipinum Dannebrog, tá ið skipið kemur inn á Drelnes.
Klokkan 9:15: Kongaskipið Dannebrog leggur at á Drelnesi við mentanarhúsið SALT.
Móttøka á Drelnesi
Klokkan 9:30: H. H. Drotningin gongur í land. Hesi taka ímóti á bryggjuni við SALT:
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og frú Katrin D. Apol
Dan M. Knudsen, ríkisumboð
Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Vælkoma og navnakenning
Løgmaður heldur stutta vælkomurøðu og rópar 9 ferðir hurrá fyri H. H. Drotningini. Haldis Michelsen handar drotningini blómutyssi. Síðan spælir Tvøroyrar hornorkestur undir leiðslu av Tróndi Enni Kong Christian og Tú alfagra land mítt.
Klokkan 9:45: H. H. Drotningin, løgmaður og frú, ríkisumboðið, borgarstjórin og frú, løgmansstjórin umframt restin av fylginum spáka yvir til mentanarhúsið SALT, sum verður bygt. Ólavur Rasmussen, stjóri, tekur ímóti við dyrnar og greiðir frá um húsið. Kórið Ljómur framførir tvey løg, tá komið verður inn í húsið. Gingið verður uppá til komandi matstovuna, har Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur, greiðir stutt frá um tara. Leif Sørensen, kokkur, bjóðar brellbitar.
Skúladepilin í Hovi
Klokkan 10:20: Koyrt verður frá SALT til Hovs.
Klokkan 10:30: Komið verður til skúladepilin í Hovi. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tekur ímóti. Saman við henni standa Ole V. Laursen, rektari, og Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúlanum. Landsstýriskvinnan vísir skúlan fram. Í kantinuni heldur landsstýriskvinnan stutta røðu, og tað verður bjóðað brellbitar. Næmingar spæla bakgrundstónleik.
Klokkan 11:10: Koyrt verður úr Hovi til Hvalbiar.
Hvalba
Klokkan 11:30: Komið verður til Sambýlið á Óðalsbrekku í Hvalba. Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, og frú Jean Fríolvsdóttir taka ímóti H. H. Drotningini. Óðin Jákupsson handar H. H. Drotningini blómutyssi. Barbara Julsgart, leiðari, Bjarndis Mortensen, starvsfólk, og Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna, greiða frá. Drotningin heilsar upp á búfólkini.
Klokkan 11:50: Koyrt verður frá Sambýlinum til Roynhøllina.
Klokkan 11:55: Komið verður í Roynhøll. Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, navnkennir bygdaráðið í hesi raðfylgju:
Rúni Thomsen, varaborgarstjóri
Magni Bertholdsen
Martin í Nesi
Johan Eli Lyngvei Poulsen
Niels Jacob Thomsen
Eyðfinn Debes
Róin Schrøter vísir fram eina eftirgerð av hellinum í Lítlu Dímun og Eyðbjartur Skaalum visir fram eina framsýning av kolanáminum í Hvalba. Borgarstjórin handar gávu.
Klokkan 12:15: Borgarstjórin er vertur við miðmála.
Klokkan 13:00: Koyrt verður úr Roynhøll til Sandvíkar.
Klokkan 13:10: Komið verður til Sandvíkar, og farið verður inn á gólvið í elsta húsinum í Suðuroy. Vónbjørt á Hólum og Rannveig Hovgaard taka ímóti H. H. Drotningini og siga søguna um húsið. Sagt verður farvæl við Trúgva Gudmundarson, borgarstjóra, og frú Jean Fríolvsdóttir.
Klokkan 13:25: Koyrt verður úr Sandvík til Tvøroyrar.
Tvøroyri
Klokkan 13:45: H.H. Drotningin kemur til Tvøroyrar. Tvøroyrar Hornorkestur undir leiðslu av Tróndi Enni spælir í túninum við Kgl. Einahandilin, tá bilafylgið kemur koyrandi. Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen taka ímóti í túninum við Kgl. Einahandilin. Borgarstjórin navnkennir býráðið í hesi raðfylgju:
Bjarni Hammer, varaborgarstjóri
Jens Johannesen
Marit Poulsdóttir
Anita Vibergsdóttir
Hallur í Heiðunum
Marjun Olsen
Klokkan 13:55: Borgarstjórin biður vælkomin og ber fram stutta røðu.
Klokkan 14:05: Barnakór undir leiðslu av Sólrun Luid syngur tveir sangir.
Klokkan 14:15: H. H. Drotningin spákar inn í Kgl. Einahandilin. Kári Jespersen, søgufrøðingur, greiðir frá um bygningarnar og frá tíðini á Tvøroyri sum heild fyri 180 árum síðan.
Klokkan 14:40: Spákað verður til Pakkhús 4, ið verður nýtt til ungdómshús. Pól Arni Holm, leiðari, greiðir frá virkseminum. Ungdómur er í húsinum.
Klokkan 14:55: Koyrt verður til P/f Varðin Pelagic.
Fiskavirkið Varðin Pelagic
Klokkan 15:00: Komið verður til Varðan Pelagic. Bogi Jacobsen, stjóri, tekur ímóti H. H. Drotningini og navnkennir leiðsluna. Bogi Jacobsen, stjóri, greiðir stutt frá um virksemið í matarhøllini, handar gávu og síðani verður virkið víst fram.
Til rundsýningina eru: H. H. Drotningin
Jytte Krag-Juel-Vind-Frijs, hovfrú
Henning Fode, hovskrivari
Michael Ehrenreich, hovmarskal
Kim Kristensen, siðameistari
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og frú Katrin D. Apol
Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen
Dan M. Knudsen, ríkisumboð
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Klokkan 15:40: H. H. Drotningin við fylgi spáka til M/S Thorshavn, sum liggur við bryggju undir bygninginum hjá P/f Varðin Pelagic. Vitjað verður umborð. Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður fyri grunnin, sum eigur skipið, tekur ímóti H. H. Drotningini. Sagt verður frá søguni hjá 75 ára gamla farinum.
Klokkan 15:55: H. H. Drotningin við fylgi spáka til kongaskipið Dannebrog, sum liggur við bryggju á Tvøroyri.
Klokkan 16:00: H. H. Drotningin við fylgi fara umborð á kongaskipið Dannebrog.
Klokkan 18:30: H. H. Drotningin við fylgi verða heintað við kongaskipið Dannebrog av løgmanni, Aksel V. Johannesen, frú Katrin D. Apol og ríkisumboðnum, Dan M. Knudsen. Koyrt verður til Seglloftið.
Veitsludøgurði
Búni: Tjóðbúni/myrk klæði/kjóli niðurum knæ
Klokkan 18:35: Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen eru vertir við døgurða á Seglloftinum. Borgarstjórin handar gávu.
Klokkan 21:00: H. H. Drotningin við fylgi koyra frá Seglloftinum til Dannebrog.
Klokkan 21:05: H. H. Drotningin við fylgi fara umborð á kongaskipið Dannebrog. Skipað verður fyri føroyskum dansi á bryggjuni við kongaskipið Dannebrog, sum siglir av Tvøroyri.