Kappróðurin nógv seinkaður

Kappróðurin nógv seinkaður
Kappróðurin á sundalagsstevnu skuldi byrja klokkan 15, men enn er barnaróðurin, sum vanliga byrjar klokkan 13, ikki byrjaður
Tilvildarlig mynd
 
11.06.2016 - 14:43

Lagið er ringt í Hvalvík, tí fók hava gingið og bíðað í tímavís, tí kappróðurin er seinkaður. Barnaróðurin skuldi byrja klokkan 13, men er ikki byrjaður enn.Tað hevur við sær, at sjálvur FM-róðurin hjá teimum vaksnu ikki kann byrja til ásettu tíð. Sum skilst var starturin als ikki klárur, tá fólk møttu upp í Hvalvík fyrrapartin.

- Hetta er sera óheppið, og talan er um eina misskiljing millum okkum í RSF og fyriskipararnar, sigur ein sera fámæltur formaður í RSF, Tóki Hartman Niclasen.

Hann væntar tó, at byrjað verður hvørja løtu uttan at seta klokkutíð á. Fyrstu bátarnir eru farnir út á startin nú, og fyrstu tveir róðrarnir eru barnaróðrar, sum vanliga verða avgreiddir upp á ein tíma, so tað merkir, at helst verður róðurin hjá teimum vaksnu ikki byrjar fyrr enn klokkan nærkast fýra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450