Trý HM-heiðursmerki á 2000 metrum

Trý HM-heiðursmerki á 2000 metrum
Føroysku innrógvararnir róðu seg til eitt silvur og tvey bronsuheiðursmerki, tá heimsmeistarakappingin á 2000 metrum var um vikuskiftið
24.02.2025 - 13:39

Føroysku innirógvararnir róðu seg til trý heiðursmerki, tá heimsmeistarakappingin á 2000 metrum var um vikuskiftið. 

Tanja Kruse Dam róði seg til silvurheiðursmerki í aldursbólkinum 19-20 ár, meðan Sarita Kristina Hansen og Pauli Joensen fingu hvør sína bronsu.

19 ára gamla Tanja Kruse Dam róði í 2021, og er byrja aftur í heyst, og tí hevði hon ikki roknað at fáa so gott úrslit longu nú.

 - Tað kennist gott, haldi eg. Tað eri eg glað fyri, segði Tanja Kruse Dam, sum bert var tvey sekund aftanfyri vinnaran, og tí hevur góðar vónir til næsta ár, tá hon framvegis er í sama aldursbólki.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050

Meira um sama evni