- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar nevnast fyri seg í veðurlagsavtalu
Tað kemur fram í svari frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur samband við danska Energi-, Forsynings- og Klimaministeriet, sum í løtuni fyrireikar tilgongdina at staðfesta París-sáttmálan.
Landsstýrið hevur boðað frá, at málið skal viðgerast í politisku skipanini í Føroyum, áðrenn endalig støða kann verða tikin til sáttmálan.
Verður endaliga støðan, at Føroyar ynskja at verða fevndar av Paríssáttmálanum, sum er sannlíkt, fara Føroyar at krevja, at føroysk mál fyri minking av útláti koma at standa fyri seg, tá fráboðanin um, at sáttmálin er endaliga góðkendur, verður latin ST.
Tað verður sagt í svarinum frá Poul Michelsen, landsstýrismanni. Donsku mynduleikarnir hava fingið hetta at vita, og ein leistur, sum varð nýttur undir samráðingum í 209 kann brúkast sum fordømi, sæst í svarinum.