Asfaltið kann ikki brúkast

Asfaltið kann ikki brúkast
Arbeiðið, at asfaltera vegin eystanfyri tunnilsmunnan í Viðareiðistunlinum, hevur ikki gingið eftir ætlan
 
10.06.2016 - 08:05

Asfalteringin, sum er brúkt á hesum strekki er ikki roynd áður í Føroyum, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Bjørn Kalsø, tingmann fyri Sambandsflokkin.

Tilfarið, har asfalstarbeiðið misneyðnaðist, verður tikið av í hesi vikuni, men tað er ikki avgjørt, hvat tilfar verður lagt á ístaðin.

Tíðarætlanin ikki ávirkað

Tað fer ikki at ávirka tíðarætlanina, at ein partur verður asfalteraður av nýggjum, sigur landsstýrismaðurin í svarinum, og væntandi fer hetta ikki at kosta Landsverki meira.

Tí tað er vanligt, at arbeiðstakarin hevur ábyrgdina í slíkum førum, sæst í svarinum frá landsstýrismanninum í samferðlsumálum.

Sambært tíðarætlanini skal Viðareiðistunnilin takast í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2017. Samlaði fíggjarkarmurin er 162 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512