- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlastjórin fingið munnkurv
- Tað er ikki uppgávan hjá skúlastjóranum at leggja seg út í viðurskifti, sum hava við skúlabygnaðin at gera. Hansara uppgáva er at reka skúlan, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
Selmar Jacobsen, skúlastjóri í Sankta Frans skúla í Havn, hevur fingið munnkurv frá Mentamálaráðnum og skal ikki úttala seg meira um málið um framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla.
SÍ EISINI Framheildsdeildin: Ikki allar súðir syftar
- Tað er óheppið, at skúlastjórin ger seg til talsmann fyri tey, sum ynskja framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar, at Mentamálaráðið hevur biðið skúlastjóran um ikki at gera fleiri viðmerkingar alment um málið, tí tað órógvar.
- Hvussu skúlabygnaðurin í Tórshavnar kommunu skal síggja út, er eitt mál fyri býráðið í Havn og ikki skúlastjóran í Sankta Frans skúla, sigur hann.
Óhóskandi at skúlastjórin leggur seg út í málið
Mentamálaráðið, sum er ovasti skúlamyndugleiki í landinum, metir, at tað er óhóskandi, at skúlastjórin leggur seg út í málið um framhaldsdeildina.
Poul Geert Hansen er í løtuni staddur uttanlands og vil ikki gera fleiri viðmerkingar. Hann vísir til Olaus Jespersen, deildarstjóra á Undirvísingardeildini í Mentamálaráðnum.
Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Olausi Jespersen, deildarstjóra í Mentamálaráðnum, í dag.