Gongur væl hjá Tvøroyrar kommunu

Gongur væl hjá Tvøroyrar kommunu
Roknskapurin hjá Tvøroyrar kommunu varð samtyktur mikukvøldið. Avlopið er umleið 16 milliónir krónur
 
09.06.2016 - 14:26

Tað gongur væl hjá føroysku kommununum og Tvøroyri er einki undantak. Býráðið samtykti roknskapin fyri í fjør á fundi í gjárkvøldið, og hann vísti eitt avlop uppá góðar 16 milliónir kr.

Kommunan hevði væntað eitt avlop sum var 5,6 milliónir kr. minni, tá fíggjarætlanin varð gjørd. Raksturin var slakar 56 milliónir kr, hálvaaðru milliónir kr. enn roknað varð við.

Ætlanin var at gera íløgur fyri góðar tvær milliónir kr., men tær vóru nakað minni. Inntøkurnar vóru slakar 74 milliónir kr., slakar fýra milliónir krónur hægri, enn roknað varð við.

Skuldin nógv minkað

Skatturin gav slakar 60 milliónir kr., slakar 4 milliónir kr. meir enn roknað varð við. Skuldin hjá Tvøroyrar kommunu er minkað nógv seinastu árini, og er nú væl undir eina álíkning.

Tá skuldin hjá Tvøroyrar kommunu var størst, var skuldin átta álíkningar, upplýsir Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi í dag.

Gongdin hevur havt við sær, at kommunuskattaprosentið er lækkað við einum góðum prosentstigi, samstundis sum gjøldini fyri barnaansing eru lækkað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512