Fakfeløgini sleppa nú at keypa Lív

Fakfeløgini sleppa nú at keypa Lív
Tann 1. september í ár eiga fakfeløgini Lív. Avhendingarsáttmálin um 50 prosent av partapeninginum til Ognarfelagið Lív er eisini góðkendur
 
09.06.2016 - 12:19

Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið hava góðkent sáttmálan millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og fakfeløgini í P/F Fakfelag um at at keyp av upp til 50 prosent av partapeninginum í P/F Lív Holding.

Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50 prosent av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur. Avhendingardagurin var avtalaður til 1. juni í fjør.

Men fyri at fáa øll praktisk og formlig viðurskifti avgreidd við sjálva yvirtøkuna, hava partarnir avgjørt at sjálv avhendingin verður tann 1. september í ár, tá P/F Fakfelag og Ognarfelagið Lív fáa síni partabrøv og landskassin avrádda keypspeningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512