Krígsveteranar í Føroyum fáa betri tilboð

Krígsveteranar í Føroyum fáa betri tilboð
Arbeitt verður við at seta tiltøk í verk beinan vegin
 
08.06.2016 - 15:10

Veteran-miðstøðin í Ringsted, sum er undir danska verjumálaráðnum, arbeiðir við at bøta um tilboðini til veteranar, sum eru búsitandi í Føroyum.

Samstundis verður kannað, hvussu umstøðurnar hjá føroyskum veteranum eru, og arbeitt verður við at seta ítøkilig tiltøk í verk beinan vegin.

Tað skal m.a. gerast við samskipaðum arbeiði í Føroyum millum veteran-miðstøðina og viðkomandi myndugleikar í Føroyum. 

Tað upplýsir skrivstovan hjá Tjóðveldi á Christiansborg í tíðindaskrivi.

Báðir fólkatingsmenninir hava spurt

Bæði Magni Arge og Sjúrður Skaale, fólkatingsmenn, hava reist málið um støðuna hjá krígsveteranum, sum hava verið í danskari hertænastu, og eru búsitandi í Føroyum, hjá danska verjumálaráðharranum.

Ein ritgerð hjá Georg L. Petersen vísir, at veteranar úr Føroyum, sum hava búsett seg í Danmark eftir lokna hertænastu, eru komnir betur fyri seg enn teir, sum búgva í Føroyum. 

Illgruni hevur verið um, at orsøkin til hetta er, at tilboðini hjá danska herinum ikki altíð hava rokkið so væl til Føroya, og tað hevur verið torført at finna veteranarnar, sum búgva í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512