- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undrast á valið av nevndarlimum
Bill Justinussen í Miðflokkinum hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, sum hevur valt nevndina, fyrispurning um málið.
Bill Justinussen sigur, at sjónarmiðini um, hvussu skattur skal áleggast, eru sera ymisk í landinum.
Í økjum, har vinnulívið stendur sterkt, eru nøkur sjónarmið ráðandi, sum sjáldan vinna vegin fram til heitu stólarnar á almennu skrivstovunum í høvuðsstaðnum.
Væntar ikki øll sjónarmið koma fram
Í økjum, har nógv tímalønt verkafólk er, eru eisini sjónarmið, sum sjáldan vinna vegin fram til stólarnar í umsitingini, sigur hann.
Bill Justinussen sigur, at sum heild bendir samansetingin av nevndarlimum á, at fleiri týðandi og viðkomandi sjónarmið á skattaøkinum fara at verða lítið viðgjørd í skattanevndini, meðan onnur sjónarmið verða væl umboðað, og enntá ov væl umboðað.
Skal arbeiðið í eini skattanevnd hava tyngd og undirtøku, bæði á tingi og mest av øllum millum fólkið, er neyðugt, at øll sjónarmið verða vigað og viðgjørd á so sakligum og óheftum grundlagi sum gjørligt, sigur Bill Justinussen í viðmerkingunum til fyrispurningin til Kristinu Háfoss.