Sverri sleppur ikki við til OL

Sverri sleppur ikki við til OL
OL-luttøkan hjá Sverra Sandberg Nielsen hevur ligið í hondunum á belgiska róðrarsambandinum, men nú er avgerð tikin
 
30.05.2016 - 10:21

Føroyski rógvarin varð akkurát ov stuttur til sjálvur at avgera, um hann slapp við til OL, tá hann í síðstu viku róði 2000 metra finalu um at kvalifisera seg til OL í Rio í summar. 

Eftir róðurin gjørdist brádliga aftur møguleiki hjá Sverra Sandberg Nielsen í sínum single-scullara at koma við til OL, tí donsku rógvararnir í dupult-scullaranum, megnaðu heldur ikki at rógva seg undir OL-krøvini. Danmark kann bara sleppa til Olympisku Leikirnar við einari av hesum bátastøddum. 

Av tí at Belgia kemur undir somu skipan, har bara ein bátur av hesum slagi sleppur við til OL, og báðir bátarnir hjá Belgia vunnu sínar finalur, skuldi ein teirra veljast frá, og ein bátur hjá Danmark kundi sleppa við í staðin.

Tann avgerðin er nú tikin. Belgia fer at senda sín single-scullara til OL, ið er sama bátastødd, sum Sverri rør í. Tað merkir, at tað ikki er pláss fyri føroyska rógvaranum á Olympisku Leikunum í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450