Hví flyta fólk úr Grønlandi

Hví flyta fólk úr Grønlandi
Grønlendska landsstýrið kannar nú, hví so nógv fólk flyta úr Grønlandi. Eitt spurnarblað er á heimasíðuni hjá landsstýrinum frá 6.mai til 20.mai
 
09.05.2016 - 11:12

KNR, grønlendska kringvarpið, skrivar, at Sara Olsvig, forkvinna í IA, hevur lagt uppskot fyri landstingið um at gera djúptøkna frágreiðing um, hví so nógv fólk flyta úr Grønlandi.  
Tingið fer at viðgera uppskotið í dag. 

Sara Olsvig og IA vilja hava at vita, hvør flytur úr Grønlandi og hví. Tey vilja eisini hava at vita, hvaðani fólk flyta. Tað er sera ørkymlandi, at fólkatalið minkar, sigur Sara Olsvig. 
Sjálv heldur Sara Olsvig, at serliga krevur almannaøkið ábøtur fyri at fáa fólk at støðast í Grønlandi.

Men tiltøkini, sum eru neyðug, krevja eina breiða politiska semju, heldur forkvinnan í IA.

Fakta: 1.januar í ár búðu 55.850 fólk í Grønlandi. Tað er minsta fólkatalið í 20 ár.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962