Fleiri pengar til tunlar

Fleiri pengar til tunlar
Løgtingið hevur samtykt, at landskassin eisini skal tryggja minstu ferðslu í Sandoyartunlinum, og ikki bara í Eysturoyartunlinum
 
02.05.2016 - 08:07

Fyri at gera tað lættari hjá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum at fáa lagalig lán, hevur Løgtingið samtykt, at landskassin eisini skal tryggja minstu ferðslu í Sandoyartunlinum.

Ivi var um, antin landsstýrismaðurin í samferðslumálum kundi lata trygd fyri ferðsluni í báðum tunlunum, og ikki bara í Eysturoyartunlinum.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur fingið víðari heimildir í sambandi við lántøku til Eystur- og Sandoyartunlar. Tingfólk úr øllum sjey flokkum løgdu fram uppskotið.

Ivi um heimildina

Í viðmerkingunum um uppskotið verður sagt, at P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur samráðingar um lán til tunlarnar. Í tí sambandi hevur ivi stungið seg upp, hvussu langt heimildin hjá landsstýrismanninum at veita trygd fyri minstu ferðslu røkkur.

Samferðslumálaráðið metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur heimild at veita trygd fyri ferðsluni í Eysturoyartunlinum, men bara í Sandoyartunlinum. Trygdin fevnir heldur ikki um byggitíðina, tá váðin er størstur.

Treytirnar fyri fíggingini, serliga rentan, eru tengdar at, hvørjum landskassin kann veðhalda fyri. Løgtingið samtykti uppskotið fríggjakvøldið.

Tvær atkvøður ímóti

Hóast allir flokkar áttu uppskotið, vóru tvær atkvøður í móti tí. Uppskotið var ikki sent til hoyringar, tí stundir vóru ikki til tess.

Stundir vóru heldur ikki til at senda málið í nevnd, tí tingið skuldi í summarfrí fríggjakvøldið. Ikki ber til at siga, hvussu nógv lógarbroytingin fer at kosta landinum.

Á aðalfundi hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlum í síðstu viku varð upplýst, at koyra 5000 bilar í tunlunum um dagin í staðin fyri 6000 bilar, sum roknað verður við, kostar tað landinum 20 mió. kr. um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109