Bretland: Læknar í verkfalli

Bretland: Læknar í verkfalli
Talan er um higartil mest umfatandi verkfall nakrantíð, skrivar bretskir fjølmiðlar
 
26.04.2016 - 10:58

Drúgva stríðið er við konservativu stjórnina um at fáa betri løn og arbeiðsumstøður.

Læknarnir hava fyrr verið í verkfalli, men hesaferð verða brámóttøkur eisini raktar av verkfallinum. 

Nærum 13.000 skurðviðgerðir og 113.000 heilsuvitjanir eru útsettar meðan verkfall er, - sum byrjaði klokkan 8 í morgun og heldur fram til klokka 4 seinnapartin í dag, og aftur í morgin.

Ov lítið játtan

Fakfelagið hjá læknum, BMA, vísur ikki aftur, at verkfallið kann draga út orsakað hópuppsagnum - fyri at leggja trýst á stjórnina.

Bretska heilsuskipanin, NHS, sum verður fíggjað við skattakrónum, er higartil sloppin undan sparingum.

Men eygleiðarar siga, at heilsuskipanin fær ov lítla játtan, tí fólk gerast alsamt eldri og viðgerðin dýrari.

Sáttmála um vikuskiftisarbeiði

Stjórnin hjá David Camerona sigur, at broyting í sáttmálanum fyri læknar hevur týdning fyri at veita góða heilsutænastu eisini í vikuskiftinum.

50.000 læknar eru í bretsku heilsuskipanini, og tað er triðingur av arbeiðsorkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366