Lógaruppskot skal forða fyri at stuðulin minkar

Lógaruppskot skal forða fyri at stuðulin minkar
Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt lógaruppskot fyri tingið, ið skal tryggja, at prístalið ikki skal minka lestrarstuðulin
Prístalið eigur ikki at sleppa at lækka lestrarstuðulin. Landsstýriskvinnan kom í gjár við einum lógaruppskoti, sum forðar fyri, at lestrarstuðulin verður prístalsviðgjørdur í august
 
13.04.2016 - 08:01

Prístalið eigur ikki at sleppa at lækka lestrarstuðulin. Tí kom landsstýriskvinnan í mentamálum í gjár við einum lógaruppskoti, sum forðar fyri, at lestrarstuðulin verður prístalsviðgjørdur í august. Tað er stuðulin frá Studna fyri lestrarárið 2016-17.

Bleiv lestrarstuðulin prístalsviðgjørdur, so fingu tey lesandi 1,7 prosent minni frá Studna. Orsøkin er, at miðalprístalið nú er minus 1,7 prosent samanborið við prístalið fyri einum ári síðani.

Vanliga hækkar prístalið. Men hetta er triðja árið á rað, at prístalið lækkar. Lógarbroytingin, sum kom í tingið í gjár, fer at kosta landskassanum hálva aðru millión krónur um árið. Rúm er tó fyri tí í fíggjarlógini, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Tí í fíggjarlógini fyri 2016 er prístalslækkingin ikki við. Tær 700.000 krónurnar, sum landskassin kundi spart við at minka stuðulin sambært prístalinum, eru tí í fíggjarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946