- Tíðindi, mentan og ítróttur
Húsaeigari? Umhvørviskrøvini til tín verða herd
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/8d965abc786a3d757c23dd3a5666b401.png?itok=7poeGj0J)
Krøv verða sett til oljutangar í sethúsum longu næsta ár fyri at betra um trygdina og fyribyrgja dálking í nærumhvørvinum, fæst politisk undirtøka fyri tí.
Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, í Løgtinginum í dag í svari til fyrispurning frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni hjá Javnaðarflokkinum.
Heðin Mortensen spurdi, nær landsstýriskvinnan fer at áseta reglur, sum tryggja, at oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum verða skiftir vegna aldur fyri at forða ógvusligari dálking í nærumhvørvinum.
SÍ EISINI Kann fáa stórar avleiðingar fyri eigarar
Arbeitt hevur verið við at gera uppskot til kunngerð á økinum, men enn er ikki komið á mál, segði Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan leggur dent á, at hon ætlar at taka upp aftur arbeiðið.
Tað mest kostnaðarmikla kravið verður, sigur landsstýriskvinnan, at eldri oljutangar skulu skiftast. Tí má ein rímilig skiftistíð eisini ásetast tvørtur um áramál, sigur hon í svarinum.
Neyðugt við politiskum átøkum
Heðin Mortensen vísti í viðmerkingunum til fyrispurningin á, at í okkara grannalondum eru skipanir, har fólk fáa fíggjarligan stuðul, tá oljutangin verður skiftur.
Tað er neyðugt við politiskum átøkum á økinum ásannar Sirið Stenberg, tí tað er stórur fíggjarligur smeitur um tryggingin ikki tekur við, tí oljutangin er tærdur ella illa farin, sigur hon í svarinum til Heðin Mortensen.
Oljutangar hjá virkjum og fyritøkum er undir reglum hjá Brunaeftirlitinum, sum er málsøki hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Fer tað at ávirka teg?
Posted by Kringvarp Føroya on 12. apríl 2016