- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarútgjaldingar upp um tvær milliardir
Bara einaferð fyrr eru lønargjaldingarnar farnar upp tvær milliardir, og tað var seinasta ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu goldnar tvær milliardir og 124 milliónir í lønum.
Tað eru 29 milliónir fleiri enn seinasta ársfjórðing í fjør. Seinasta árið eru goldnar 176 milliónir fleiri í lønum. Vøksturin er níggju prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Tá fíggjarkreppan rakti í 2008, minkaðu lønirnar, og ikki fyrr enn á heysti 2012 varð afturgongdin vunnin innaftur. Síðan var lítil og ongin broyting í eitt ár, men frá fjórða ársfjórðingi 2013 og til í dag, hevur verið ein javnur vøkstur.
Nú lønirnar teir báðar seinastu ársfjórðingarnar fóru upp um tvær milliardir, hava tær verið umleið 300 milliónir størri hvønn ársfjórðing samanborið við 2008.