París var málið

París var málið
Yvirgangsbólkurin, sum framdi álopini í Brússel 22. mars, ætlaði upprunaliga at fremja álopini í París
 
10.04.2016 - 13:53

Sambært ákæranum varð ætlanin hjá yvirgangsmonnunum broytt, tí kanningararbeiðið hjá løgregluni í Paris gekk so skjótt, at avgjørt varð at skunda undir yvirgangsálopið og flyta tað til belgiska høvuðsstaðin í staðin. Har vórðu 16 fólk dripin á flogvøllinum Zaventem, og løtu seinni vórðu 16 fólk dripin á metrostøðini Maelbeek.

Prógv eru fyri, at menninir, sum framdu álopini í Brússel, høvdu tætt samband við menninar, ið drupu 130 fólk í Paris í november.

Í gjár vóru seks menn tiknir í Brússel. Ein teirra er eftirlýsti Mohamed Abrini, sum er vorðin kendur sum 'maðurin við hattinum' eftir, at myndir av honum frá einum vakmyndatóli vórðu vístar fyri almenninginum beinavegin eftir álopini í Brússel.

Tað er komið fram, at Mohamed Abrini í mong ár hevur verið vinmaður brøðurnar Salah og Brahim Abdeslam, sum eru undir illgruna at hava skipað fyri álopunum í Paris. Hann var eisini vinmaður aðrar menn, sum vóru við í yvirganginum í franska høvuðsstaðum. Umframt vinarsambondini eru onnur prógv fyri, at Mohamed Abrini hevur havt ein lut í álopunum í Paris og Brússel. Fingramerkini og DNA hjá honum eru funnin í einum bili, sum varð brúktur í álopinum í París, og góð prógv eru eisini funnin í eini íbúð í Brússel, sum varð rannsakað eftir yvirgangin á flogvøllinum.

Ein annar maður, sum eisini varð tikin í gjár, er svenskur ríkisborgari, nevndur 'Osama K'. Hann var við at fremja yvirgangsálopið á metrostøðini Maalbeek í Brússel. Hildið verður, at 'Osama K' er maðurin, sum keypti taskurnar, sum bumburnar lógu í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342