Mest avgerandi politikkurin í nýggjari tíð

Mest avgerandi politikkurin í nýggjari tíð
Stór mótstøða og snávingarsteinar vera á leiðini, segði Høgni Hoydal um fiskivinnupolitikkin á flokkstingi hjá Tjóðveldi.
Mynd: Savnsmynd  
 
02.04.2016 - 11:36

 

- Tað var í tøkum tíma, at vit fingu eitt stjórnarskifti í fiskivinnupolitikkinum, segði Høgni Hoydal á flokstingi hjá Tjóðveldi í Skopun fyrrapartin.

- Hvussu nær vit hava verið støðuni, at ognarrætturin til tilfeingið gjørdist privat ogn, hava vit sæð í uppritum til Løgtingið, og vit hava sæð tað í grundgevingunum, sum eru settar fram á tingi seinastu mánaðirnar, segði Høgni Hoydal.

Á flokkstinginum strikaði formaðurin í Tjóðveldi upp nýggja fiskivinnupolitikkin og segði, at livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindi Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og eru varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini.

Málið er, at tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið, segði Høgni Hoydal.

Nevndi ikki beinleiðis ósemjuna um fiskivinnupolitikkin

Í røðuni til flokstingið nevndi formaðurin ikki beinleiðis ta ósemju í samgonguni, sum longu hevur víst seg um fiskivinnupolitikkin, men segði, at sum vit longu hava sæð verður stór mótstøða og nógvir snávingarsteinar á leiðini. Men eg eri sannførdur um, at vit megna tað, um vit standa saman um málini, segði Høgni Hoydal.

Um stjórnarskipanina ella grundlógina segði formaðurin í Tjóðveldi:

- Vit hava sæð, hvussu viðgerðin heldur enn at snúgva seg um málini fyri okkara samfelag, okkara sjálvsavgerðarrætt sum tjóð og um javnrættindi, skyldur og rættartrygd hjá hvørjum einstøkum í samfelagnum, fer at snúgva seg um einstakar tekniskar lutir og betongkendar tulkingar av donskum skipanum og lógargreinum, ið vit sum fólk ongantíð hava valt.

Formaðurin í Tjóðveldi tók saman um soleiðis:
 
- Politiska arbeiðið og tær avgerðir, ið vit fremja komandi árini í stjórn og sum politisk rørsla í samfelagnum, fara at vera tær mest avgerandi í nýggjari tíð.

- Tær fara at gera av framtíðarstøðuna, livikorini og menningarmøguleikarnar hjá tjóðini og fólkinum í áratíggju og fyri komandi ættarlið, segði Høgni Hoydal á flokstingi hjá Tjóðveldi í Skopun fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878