- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri gistingar í ferðavinnuni
Fleiri gistingar í ferðavinnuni
13 prosent fleiri gisingar vóru í ferðavinnuni í Føroyum í fjør enn fyrraárið. Størsti parturin av gistingum eru føroyingar

Gistingarhúsvinnan hevði 13 prosent fleiri gistingar í 2015 í mun til 2014
21.03.2016 - 14:58
Í 2015 vóru 158.000 gistingar í ferðavinnuni. Tað eru umleið 19.000 fleiri gistingar enn í 2014, skrivar Hagstovan á heimasiðuni.
Nógv størsti parturin av gistingum eru føroyingar. Síðan eru tað danir, tí umleið 3.700 fólk úr Danmark gistu í Føroyum, og umleið 1800 bretar gistu í Føroyum.
Ein gisting verður tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á einum gistingarstaði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV