- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis spenningur um finalupláss
VÍF, ið liggur á øðrum plássi, hevði annars møguleikan at fáa annað beinið í finalurnar, tá liðið vitjaði í Hoyvíkshøllini í gjár í sínum fjórðseinasta dysti í landskappingini, men vestmenningar tóku ikki av.
Dysturin var javnur í fyrra hálvleiki, men í byrjanini av seinna hálvleik eydnaðist H71 at vinna eina 6-máls leiðslu, sum at kalla helt allan dystin, ið endaði 38-33.
Harvið hava bæði Kyndil og KÍF framvegis møguleika at koma í finalurnar. Kyndil hevur 23 stig, fimm stig færri enn VÍF á øðrum plássi men ein dyst færri.
KÍF á fjórða plássi hevur seks stig upp til VÍF men hevur spælt tveir dystir færri. Kyndil og KÍF spæla dyst í dag. Kyndilsmenn taka ímóti STÍF, meðan kollfirðingar taka ímóti klaksvíkingum.
Báðir dystirnir byrja klokkan fýra. Ein kvinnudystur er í dag. Klokkan trý spæla Stjørnan og Kyndil í Klaksvík.